14. september

<< september 2021 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30
MMXXI

14. september er dagur 259 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 260 um skotár er). 106 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Dýrd krossins. Eisini róptur krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing.[1]

Í Føroyum hevur eisini verið eitt tíðindablað við heitinum 14. september - sí 14. september (tíðindablað).

  • 1752 - Bretland fer at brúka gregorianska álmanakkan. 52 ár eftir Danmark.
  • 1770 - Prentfrælsi verður sett í gildi í Danmark.
  • 1812 - Franski herurin, undir leiðslu av Napoleon Bonaparte, fer inn í brennandi Moskva.
  • 1891 - Fyrsta brotssparkið nakrandi í einum enskum ligadysti.
  • 1901 - 42 ára gamli amerikanski varaforsetin Theodore Roosevelt verður 26. forseti í USA,
    eftir at William McKinley doyði av skotunum, hann fekk vikuna fyri.
  • 1911 - Russiski forsætisráðharrin Peter Stolypin verður myrdur.
  • 1946 - Fólkaatkvøða er í Føroyum, um Føroyar skulu hava eina heimastýrisskipan ella loysing.
    Flestar atkvøður vóru fyri loysing; 48,7%. Valluttøkan var 67,5%
  • 1960 - Oljufelagsskapurin OPEC verður stovnaður á einum fundi í Bagdad millum Iran, Irak, Kuveit, Saudi-Arábia og Venesuela.
  • 1964 - Bretska dagblaðið The Daily Herald steðgar útgávuni og verður avloyst av The Sun.
  • 1975 - Málningurin "Náttarvaktin" hjá Rembrandt verður karvalur sundur av einum vitjandi á savninum í Amsterdam.
  • 1978 - Italska løgreglan handtekur 30 ára gamla Corrado Alunni sum leiðari fyri Reyðu Brigadurnar og høvuðsmaður handan morðið á fyrrverandi forsetan Aldo Moro.


  • 1927 - Amerikanski dansarin Isadora Duncan doyr í bili, tá ið hálsturriklæði hennara verður fast í hjólinum Bugatti bilinum.
  • 1982 - Grace Kelly, amerikonsk sjonleikarinna og prinsessa av Monako (f. 1929)
  • 2004 - Ove Sprogøe, danskur sjónleikari, føddur í 1919.
  • 2009 - Patrick Swayze, amerikanskur sjonleikari og dansari (f. 1952)
  1. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008

Other Languages

Copyright